Ítróttur

Føroyskt met í Danmark og gull í Íslandi

Um vikuskiftið vóru tað tvær styrkikappingar, ið føroyingar luttóku í. Har bæði met og ikki-góðkent met vóru set.

2023-04-21 08:20 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Føroya styrkisamband: Onnur kappingin var í olympiskari vektlyfting, har Maibrit Reynheim Petersen og Rúni Mohr Jónsson kappaðust.

Hin kappingin var Páskamótið í Íslandi, sum er kapping í styrkilyfting.

Maibritt upp um 100

Maibrit Reynheim Petersen og Rúni Mohr Jónsson vóru við á Amager, har Thor hevði felagskapping. Felagið hevur havt nakrar føroyingar við gjøggnum árini, og í dag hevur felagið fýra føroyingar, ið venja har dagliga. Millum annað landsliðslyftarinar Maibrit Reynheim Petersen og Niels Áki Mørk.

Til kappingina luttóku Maibrit Reynheim Petersen og Rúni Mohr Jónsson. Hetta er bert næsta kapping, sum Rúni luttekur í. Hann fekk allar seks royndirnar góðkendar, og kom heim við einum persónligum meti í Vend & Stoyt á 100kg, og í tvídysturin bleiv talan um 180kg, ið eisini er persónligt met.

Maibrit gjørdi bart, hóast hon hevði ikki stórvegis ætlanin tá hon møtti til innviging. Men bæði undir upphitingini og í kappingini kendu hon seg sera væl, og tí gjørdi hon eina roynd at taka føroyska metið í Vend & Stoyt. Venjarin fyri dagin setti vektinan á 101kg, og Maibrit syfti vektina uppum høvd. Nú eigur Maibrit øll trý metini í -71kg klassanum hjá kvinnum.

Gull í bonkpressi

Páskamótið í Íslandi fer fram eftir øðrum reglum enn teimum, sum vanliga eru galdandi í Føroyum. Tí kunnu føroysk met ikki seta í kappingini. Tó vóru fleiri lyft hjá føroyingunum, ið vóru nóg góð til førosykt met, um tað varð lyft sambært IPF reglugerðini.

Tríggir føroyingar vóru við til kappingina; Petur Fróðason, Petur Sigurd á Túgvu og Sofus Jakobsen. Hetta eru fyrstu føroyingarnir, ið hava luttikið í útlendskari kapping innan styrkilyfting.

Tveir teirra, nevnliga Petur og Petur Sigurd luttóku í trídysti. Hjá Peturi eydnaðist tað avberað væl. Hann fekk sjey út av níggju royndum góðtiknar, og varð kappast eftir IFP-reglunum, hevði hann set met í øllum greinum. Tað eydnaðist honum at lyfta 180kg í beinbend, 100kg í bonkpress, 180kg í rættstøðulyft. Hetta gevur ein trídyst á 460kg, ið. er 60kg hægri enn núverandi Junior-metið í -105kg flokkinum.

Petur Sigurd gjørdi ikki minni enn at vinna sær bronsumerkið í kappingini. Petur Sigurd fekk eisini sjey út av níggju royndum góðtiknar. Eisini hjá honum høvdu lyftini verið nóg mikið til met eftir IFP-reglunum. Hann javnaði metið í rættstøðulyft í -83kg flokkinum í opna bólkinum, sum er heili 230kg. Petur Sigurd fekk 540kg í trídysti, ið er 40kg meira enn hann hevur fingið fyrr.

Sofus var einasti sum luttók í eindysti. Hann hevur verður darvaður av knæskaða, men hann tykist tó at verða klárur til FM, ið verður í mai mánaði. Sofus er tað, sum vit kunnu kallað ein bonkpress serfrøðing. Hann byrjaði á heili 125 kg, sjálvt um hann er í -73kg flokkinum. Tíverri eydnaðist tað honum bert at fáa fyrstu royndina góðkenda. Hetta var tó nóg mikið at ogna sær gullið í hesari stóru kappingini.

Sum nevnt, so var kappingin ikki eftir IPF reglugerðini, og tí kunnu metini og úrslitini ikki skrásetast sum almenn met.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder