2024-04-15 11:52
Talvsambandið hevur nú kunngjørt hvørjir fara at umboða Føroyar á talvolympiaduni í heyst.
Liðið verður júst hitt sama sum á seinastu OL-kappingini í Chennai í India í august 2022.
Tað merkir, at stórmeistarin Helgi Dam Ziska er við aftur á føroyska landsliðnum.
Ósemjan, sum fekk okkara besta telvara at taka seg av landsliðnum í fjør heyst, tá Føroyar luttóku í kappingini fyri smátjóðir í Evropa umframt í stóru EM-stevnuni, er nú greidd í sátt og semju millum partarnar.
Manningin verður henda: Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft, Luitjen Akselsson Apol og John Rødgaard. Allir hava játtað, at teir eru fúsir og tøkir.
Tað verður tí sterkasta lið, sum Føroyar fara at senda til Ungarn í heyst.
John Arni Nilssen, sum hevur triðhægstu ratingina av føroysku telvarunum, er gliðin av føroyska styrkilistanum, tí hann hevur rætt og slætt telvað ov lítið í seinastuni. Martin Poulsen, sum var við á landsliðnum í fjør heyst, var júst ov stuttur hesaferð. Luitjen Akselsson Apol hevur við FM-sigrinum á páskum tryggjað sær sæti á liðnum.
Talvolympiadan verður í ungarska høvuðsstaðnum Budapest í døgunum frá 10. september til 23. september í ár.
Limalondini í altjóða talvsambandinum eru nú 203 í alt. Eftir nýggjasta styrkilistanum, ið kunngjørdur var 1. apríl, standa Føroyar nummar 76 í røðini av heimsins 203 talvtjóðum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald