Ítróttur

Føroyingur vunnið HM í gokart

Ian Andersen, sum fyrr hevur vunnið EM-kapping í gokart fyri deyv, hevur júst vunnið altjóða gokartkappingina “Worldkart” í Master-flokkinum. Hann var einasti deyvi kappkoyrarin í kappingini.

Ian Andersen er ovurfegin um at kunna vísa umheiminum, at eisini deyv kunnu vinna HM-heiti í kappkoyringum.

Ian Andersen er ovurfegin um at kunna vísa umheiminum, at eisini deyv kunnu vinna HM-heiti í kappkoyringum.

2023-08-01 21:37 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

“Worldkart” hevur júst verið í Kortrijk í Belgia, og har eydnaðist tað Ian Andersen at vinna Master-flokkin og sostatt at koma at standa ovast á skamlinum við heiðursmerkinum.

- Dreymur mín at gerast heimsmeistari í Masterflokkinum í “WorldKart-kappingini” og at koma at standa ovast á pallinum við heiðurssteypinum er gingin út, sigur Ian Andersen.

Hetta er ein ófatilig kensla og ein løta, hann altíð fer at minnast.

- Eg eri bæði fegin og errin, og við avrikinum kann eg vísa umheiminum, at vit deyvu kunnu koyra eins skjótt, sum tey, ið hava ljóðið sum ein natúrligan part av sansum sínum, sigur hann.

Ian Andersen er sonur tónleikaran, Judi Andeersen og mannin Frank. Ian er eisini bróðursonur ein annan kendan tónleikara, nevniliga Óla Poulsen.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder