Ítróttur

Føroyingar sera góð úrslit í badmintonkapping í Danmark

U17/19 landsliðið í badminton, sum í vikuskiftinum hevur luttikið í kapping í Ikast, hevur fleiri heiðursmerki heim við.

2023-03-06 18:15 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

 

Leikararnir hava spælt nógvar góðar, tættar og sera spennandi dystir.

Byrjað varð tíðliga leygarmorgunin og spælt varð allan dagin. A-rekkjan spældi allar sínar dystir leygardagin. Sunnudagin vóru so hálvfinalur og finalur á skránni í M-rekkjuni.

Tilsamans vunnu tey 4 gull, 4 silvur og 3 bronsu.


Úrslitini:

A-rekkjan

Einmansleikur kvinnur

Silvur – Julianna í Heiðunum HBF

Bronsu – Birna K. Jacobsen HBF

Bronsu – Eyð L. Debess HBF


Tvímansleikur kvinnur

Gull – Birna K. Jacobsen/Eyð L. Debess HBF

Silvur – Elisa Christiansdóttir/Birita Weihe Thomassen HBF


M-rekkjan

Einmansleikur menn

Silvur – Christian Berg Petersen HBF


Einmansleikur kvinnur

Gull – Mia Thorkildshøj HBF

Silvur – Sanna Thorkildshøj HBF

Bronsu – Oddbjørg í Buð Justinussen KBF



Tvímansleikur kvinnur

Gull – Sanna Thorkildshøj/Mia Thorkildshøj HBF


Blandaður tvímansleikur

Gull – Mia Thorkildshøj/Asbjørn H. Olsen HBF


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder