Ítróttur

Føroyingar luttaka á fyrsta sinni í altjóða heimsmeistarakapping í leirdúgvuskjóting

Skjótisamband Føroya (SkF) hevur úttikið 6 íðkarar, at umboða Føroyar í heimsmeistarakappingini í leirdúgvuskjóting, sum verður í Kroatia, Osijek í døgunum 19. sep. til 12. okt. 2022.

2022-07-29 11:12 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hetta er fyrstu ferð at SkF úttekur eitt landslið, at umboða Føroyar í eini altjóða skjótikapping. Áðrenn hava íðkarar, sum hava havt mál at luttaka í altjóða kapping, verði noyddir at umboða danskt felag, og verða úttikin umvegis danska skjótisambandið.

Men við góðari hjálp, hevur tað eydnaðist SkF, at fáa viðurkendan limaskap í altjóða skjótisambandinum ISSF, og kunnu íðkarar nú kappast undir Merkinum, á jøvnum føti við onnur lond í heiminum.

Íðkarar ið fara at umboða Føroyar er hesir.

Trap

Jón Jacobsen
Alex Johannesen Johnhard Klettheyggj

Skeet

Marius F. Joensen Tórur Fløtt Jóannis Joensen

Aftrat hesum verða Esmar Joensen við sum ferðaleiðari í trap ferðaliðinum, og Hans Erik Jensen í skeet ferðaliðinum.

Um eina viku fer eitt annað landslið til norðurlandameistarakapping í Finnlandi. Hetta landslið er samansett av næstan somu íðkarum, sum fara til heimsmeistarakappinga, men Marius og Jón verða ikki við, í teirra stað eru úttikin Jóhann Fløtt og Jeppe S. Bruun.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder