Ítróttur

Føroyar vunnu á Týsklandi

Fantastiskt - Føroyar vunnu 30-28 á Týsklandi

Mynd: Hanus Samró.

Mynd: Hanus Samró.

2023-08-07 17:34 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 U19-mennirnir vunnu ein sera spennandi og tættan dyst móti Týsklandi.

Hálvleikstøðan var 12-10 til Føroyar, eftir at liðini høvdu fylgst væl allan fyrra hálvleik.

Í seinna hálvleiki drógu Føroyar frá - eina løtu høvdu teir eina leiðslu við 7 málum, men eftir at Óli Mittún fekk tvær útvísingar í teimum seinastu minuttunum, tá minkaði munurin niður í 2 mál.

Dagsins leikari hjá Føroyum var Ísak Vedesbøl.

Meginumfar - Bólkur IV í Opatija

Í dag Mánadagin, 7. august
Føroyar - Týsklan 30-28 (12-10)

Dystargongding:
5 min: 1-2
10 min: 2-4
15 min: 3-6
20 min: 5-6
25 min: 9-8
30 min: 12-10
35 min: 16-14
40 min: 19-18
45 min: 23-20
50 min: 26-21
55 min: 28-24
60 min: 30-28

Brend skot: 17

Bjarginar:
Aleksandar “Sasha” Lacok 16

Útvísingar:
Føroyar: 5
Týskland: 5

Tekniskar villur:
Føroyar: 8
Týskland: 8


18:00 Iran - Saudiarabia

Í morgin, týsdagin, 8. august
16:00 Saudiarabia - Føroyar
18:00 Týskland - Iran

Støðan í meginumfarinum:
Føroyar 2 stig *
Týskland 2 stig *
Iran 2 stig
Saudiarabia 0 stig

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder