Ítróttur

Føroyar vunnu á Rumenia

Føroyar vunnu 28-26 á Rumenia

Mynd: Sverri Egholm / Portal.fo

Mynd: Sverri Egholm / Portal.fo

2023-03-08 20:38 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Teir 1800 áskoðarnir á høllini á Hálsi fingu gott hondbóltspæl at síggja í kvøld. Føroyar vunnu fyri løtu síðani EM-undankappingardystin ímóti Rumenia. 

Føroysku spælarnir spældu ógvuliga væl í fyrra hálvleiki, og førdu í hálvleikinum 15-9. Føroysku spælarnir skoraðu 15 útav 20 skotum í fyrra hálvleiki. Rumenia fekk 9 mál av 21 skotum.

Leingi sá út til at Føroyar skuldi fara at vinna, og einaferð í seinna hálvleiki var støðan 18-11 til Føroyar. Rumenia kom uppá javnleik 19-19. Føroysku spælarnir kláraðu at halda høvdi kalt seinastu løtuna, og vunnu dystin 28-26.

Stóri spælarin hjá Føroyum í kvøld var Hákun West av Teimum, sum skoraði 11 mál útav 12 skotum.

Í málinum gjørdi Nicholas Satchwell 10 bjargingar av 24 skotum.

Mynd: Sverri Egholm / Portal.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder