Ítróttur

Føroyar trekti Hvítarussland

A-landsliðið hjá monnum skal møta Hvítarusslandi í HM play-off dystunum í mars.

2022-01-29 22:16 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

HSF.fo: Seinnapartin var lutakastið um hvørjum A-landsliðið hjá monnum skal møta í næsta umfari av HM-undankappingini. Talan verður um harða mótstøðu, tá Hvítarussland vitjar í Høllini á Hálsi miku- ella hósdagin 16/17. mars. Hvítarussland gjørdist nr. 17 til EM í ár, men hava annars verið í topp 10 í 2016, 2018 og 2020.

Seinni dysturin verður leygar- ella sunnudagin 19/20. mars.
Samlaði vinnarin yvir teir tveir dystirnar skal møta Týsklandi í seinastu play-off dystunum í apríl.
Fyrru play off dystirnir í mars:
Ukraina – Finnland
Italia – Slovenia
Portugal – Sveis
Eysturrríki – Estland
Grikkaland – Bosnia Hersegovina
Norðurmakedonia – Rumenia
Ísrael – Litava
Slovakia – Belgia
Føroyar – Hvítarussland
Seinnu play-off dystirnir í apríl:
Russland – Slovakia/Belgia
Ukraina/Finnland – Kroatia
Grikkaland/Bosnia Hersegovina – Montenegro
Portugal/Sveis – Niðurlond
Italia/Slovenia – Serbia
Týskland – Føroyar/Hvítarussland
Kekkia – Norðurmakedonia/Rumenia
Eysturrríki/Estland – Ísland
Ísrael/Litava – Ungarn

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder