Ítróttur

Føroyar taptu fyrsta umfar í HM-undankappingini

Føroyska liðið leikti seg til nógvar málmøguleikar, men tað gekk ov trekt at fáa mál, hálvleikstøðan gjørdist 10-11 til Luksemborg, sum vann dystin sannføranjdi 31-26.

2022-01-14 21:26 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Nógv høvdu væntað at Føroyar í kvøld kanska fór at vinna á Luksemburg, men tá dysturin endaði vísti máltalvan 31-26 til Luksemburg, sum eisini førdi í hálvleikinum 10-11.

Í fyrra hálvleiki vísti málmaðurin hjá Luksemburg - Nicholas Satchwell - stórspæl, annars høvdu føroyingar nógvar málmøguleikar og spældu væl, men málmaðurin stóð sum ein múrur.

Men í seinna hálvleiki gekk ikki væl, tá ið seinni hálvleikur var hálvrunnin sást, at um Føroyar skuldi vinna, so skuldi betri og tryggari spæl til, men tað kom ongantíð, tey flestu málini hjá Føroyum komu frá vongspæli, tað vóruu fá álop, har bakkar og miðjan komu ígjógnum.

Hin dysturin í kvøld var millumm Lettland og Italia, Italia vann 36-23 eftir hálvleikstøðuna 21-13 til Italia.

Í morgin skulu Føroyar og Ítalia hittast og eisini Lettland og Luksemburg.

Sí myndir frá dystinum HER

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder