Ítróttur

Føroyar skulu møta Norra, Slovenia og Póllandi

10. til 28. januar verður EM-endaspælið í hondbólti leikt í Týsklandi.

Mynd: Sverri Egholm / Portal.fo

Mynd: Sverri Egholm / Portal.fo

2023-05-10 17:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nú er greitt hvørji lið eru í bólki saman til EM-endaspælið í Týsklandi.

Bólkur A: Frankaríki, Týskland, Norðurmakedónia, Sveis

Bólkur B: Spania, Eysturríki, Kroatia, Rumenia

Bólkur C: Ísland, Ungarn, Serbia, Montenegro

Bólkur D: Norra, Slovenia, Pólland, Føroyar

Bólkur E: Svøríki, Holland, Bosnia og Hersegovina, Georgia

Bólkur F: Danmark, Portugal, Kekkia, Grikkaland

Berlin verður heimstaðurin hjá føroyingum til EM-endaspælið í januar. Føroyar komu í bólk D, saman við grannum okkara úr Noregi, umframt Slovenia og Póllandi.
Dystirnir hjá Føroyum liggja soleiðis:
Hósdagin 11. januar Slovenia – Føroyar
Leygardagin 13. januar Føroyar - Slovenia
Mánadagin 15. januar Pólland – Føroyar
Dystirnir verða leiktir í Berlin í Mercedez Benz Arena, sum tekur 14.800 áskoðarar. Les meira um kappingina, hallir og skrá her: HERETOPLAY.COM - MEN'S EHF EURO 2024
Talan er um spennandi lutakast fyri Føroyar. Til seinasta EM, í 2022, gjørdist Noreg nr. 5, Slovenia nr. 16 og Pólland nr. 12. Til seinasta HM, sum var í 2023, gjørdist Noreg nr. 6, Slovenia nr. 10 og Pólland nr. 15.
EHF hevur boðað frá, at atgongumerkini til dystirnar hjá Føroyum koma til sølu fríggjdagin, fylgið við á heimasíðu HSF´s og facebook.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder