Ítróttur

TALV: Føroyar fingu eitt remis móti Grikkalandi

Føroyar fingu eitt hálvt stig í fyrsta dystinum í EM-kappingini í talvi fyri landslið, sum byrjaði í Montenegro í gjár.

Føroyar móti Grikkalandi. F.v.: Høgni Egilstoft, Martin Poulsen, Rógvi Egilstoft og John Rødgaard.

Føroyar móti Grikkalandi. F.v.: Høgni Egilstoft, Martin Poulsen, Rógvi Egilstoft og John Rødgaard.

2023-11-12 09:17 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder
Talvsamband Føroya:

Tað var Rógvi Egilstoft, sum á 3. borði fekk talvið javnt í dystinum móti Grikkalandi. Mótstøðumaðurin hevði hægsta styrkitalið á grikska liðnum, men sat kortini á 3. borði. Rógvi telvaði væl, og varðveitti javnvágina allan vegin.

Grikkaland, sum hevði stórmeistarar á øllum borðum, er styrkismett nummar 17 av teimum 38 liðunum í kappingini. Sætta norðurlandið, Finnland, tapti 3-1 fyri Ungarn.

Høgni og Martin hildu tørn í fleiri tímar, men so tók at dragna. John Rødgaard hevði tíðliga veikleikar at dragast við, tó at hann slapp í fronsku yndisbyrjanina.

 
1. umfar – 11. november (EM 2023)
Bo.
36

  Faroe Islands
Rtg
17

  Greece
Rtg
½ :3½
17.1
FM

2387
GM

2619
0 – 1
17.2
FM

2291
GM

2573
0 – 1
17.3
FM

2254
GM

2623
½ – ½
17.4
IM

2281
GM

2543
0 – 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder