Vinna

Føroya Handverksmeistarafelag: Bakkafrost kemur enn einaferð við ógrundaðum ábreiðslum til byggivinnuna

Tað er hugstoytt at lesa, at stjórin á Bakkafrosti kemur við tómum uppáhaldum ímóti byggivinnuni, heldur Magnus Magnussen, formaður í Føroya Handverksmeistarafelag

2023-01-16 12:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vinnuhúsið: Í Ráðgevarablaðnum (vetur 2022/2023) er samrøða við Regin Jacobsen, stjóra á Bakkafrosti, har hann vil vera við, at byggifyritøkur koma við ógrundaðum krøvum. Hann sigur, at byggifyritøkur knappliga kunnu koma við eyka ynskjum til verkætlanina, eftir at ein samlað verkætlan er avtalað. Hetta undrast Magnus Magnussen á: “Nú kenna vit ikki smálutirnar í verkætlanunum hjá Bakkafrosti, men byggiharrin plagar nú at rinda fyri tær veitingar, hann keypir. Byggifyritøkurnar skulu ikki brúka eyka útgerð til nakað. Tað er byggiharrin, í hesum førum Bakkafrost, sum eigur og skal brúka bygningarnar. Ein byggiharri má gera upp við seg sjálvan hvat hann ynskir av veitingum. Ynskir byggiharrin nýggjar veitingar ella meira útgerð, enn upprunaliga ætlað, so má man rinda fyri hetta. Tá bygningurin er liðugur eru byggifyritøkurnar úti av bygninginum og skulu ikki brúka útgerðina til nakað. ”

Ikki fyrstu ferð

Hetta er ikki fyrstu ferð at Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrosti, kemur við ódámligum viðmerkingum alment. Í 2020, tá Bakkafrost heitti á norska fyritøku um at byggja smoltstøðina í Glyvradali, vildi Regin Jacobsen vera við, at føroyskar byggifyritøkur ikki vóru kappingarførar. Tá sendi Føroya Handverkmeistarafelag bræv til stjóran í Bakkafrosti, har spurt var inn til, hvussu Bakkafrost kundi meta føroyskar fyritøkur ókappingarførar uttan at bjóða út. Einki svar kom.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder