Vinna

Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur brot á sáttmálar í størsta álvara

Vp.fo hevur lagt út eina áskoðan um at Føroya Arbeiðsgevarafelag spælir fríspæl í mun til kollektivu sáttmálarnar. Áskoðanin byggir tíverri á misskiljingar

Mynd: Sverri Egholm / Portal.fo

Mynd: Sverri Egholm / Portal.fo

2023-01-16 12:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vinnuhúsið: Í grein á vp.fo í vikuskiftinum skrivar miðilin, at Føroya Arbeiðsgevarafelag spælir fríspæl, og at Arbeiðsgevarafelagið hevur eina serliga ábyrgd, tí vit í Føroyum hava fakfelagsfrælsi men ikki frælsi at vera limur í einum arbeiðsgevarafelagi. Áskoðanin hjá vp.fo byggir tíverri á misskiljingar.

Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur øll mál um møgulig brot á kollektivu sáttmálarnar, sum felagið er partur av, í størsta álvara. Um Føroya Arbeiðsgevarafelag fær vitan um møguligt brot á sáttmálan, verður hetta tikið upp við arbeiðsgevaran. Um tað kann staðfestast, at talan er um brot, verður arbeiðsgevarin biðin um at gera rættandi átøk, so viðurskiftini koma í rættlag aftur. Vil arbeiðsgevarin ikki hetta, kann hann sambært viðtøkunum hjá felagnum verða álagdur bót ella útlimaður. Sum oftast verða tey fáu málini, sum eru, tó loyst í forstáilsi, uttan at tað er neyðugt at taka meira álvarslig stig.

Harumframt hava vit í Føroyum bæði frælsi at velja, um vit vilja vera limir í einum fakfelag og frælsi at velja um vit vilja vera limur í einum arbeiðsgevarafelagi. Hetta er staðfest við dómum hjá Evropeiska mannarættindadómstólinum.

Um ein arbeiðsgevari ikki ynskir at verða limur í einum arbeiðsgevarafelagi, eru aðrir hættir at gera bindandi avtalur um, at man fylgir sáttmálunum, sum er ein treyt fyri at seta útlendingar í starv. Gamaní eru hesir hættir eitt sindur meira fløktir, men møguleikin er har, um onkur skuldi ynskt tað.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder