Einki er avgjørt í bólki 4 í HM-undankappingini, og kunnu øll liðini enn spæla seg víðari.
Hondbóltsambandið seldi fyrst í desember 400 atgongumerkir til dystirnar, og tann 12. januar kom HSF við hesari útmeldingini: “Talan verður um eitt avmarkað tal av áskoðarum, sum sleppa til HM-undandystirnar hjá Føroyum komandi vikuskiftið. Avmarkaða talið av atgongumerkjum, sum vóru sett til sølu tíðliga í desember, eru útseld.
Vegna koronaavmarkingar verða ikki fleiri atgongumerki seld.”
Eftir flotta sigurin í gjár var ein atkvøðugreiðslu á Facebook bólkinum ”Hondbóltkjak”, sum ljóðaði ”Skal HSF lata upp fyri hurđunum í morgin so 1.000+ kunna koma inn?”
Í skrivandi stund eru tað 323 fólk, sum hava svarað ”JA, so heilt avgjørt”. Meðan 53 fólk hava svarað ”NEI, tey skulu halda seg til tilmælini”.
Leiksskráin í dag sær soleiðis út:
kl. 15.30 Italia – Luksemborg
kl. 18.00 Føroyar – Lettland
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald