Ítróttur

Flogbóltur um vikuskiftið

 Steypakappingin – Tað mesta verður avgjørt um vikuskiftið

2023-01-20 21:29 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Steypakappingin – Tað mesta verður avgjørt um vikuskiftið

Kvinnur - Bólkur 1:
Leygardagin 21. januar kl. 14:00
Fleyr – TB
Rás1: https://sg.tv.fo/ras/
Bólkur 1 verður avgjørdur leygardagin. Vit vita longu, at tað verða TB og Fleyr, sum koma í hálvfinalurnar, men vinnarin av dystinum – og harvið bólkinum – skal spæla ímóti nr. tvey í bólki 2, og taparin skal spæla ímóti nr. eitt í bólki 2, sum í løtuni er SÍ.

--------------------

Kvinnur - Bólkur 2:
Sunnudagin 22. januar kl. 15:00
SÍ – Mjølnir
Rás1: https://sg.tv.fo/ras/
Treytirnar eru einfaldar: Vinnur Mjølnir eitt sett (ella meira), so kemur Mjølnir í hálvfinaluna. Vinnur Mjølnir einki sett, so verður tað Ternan, sum tekur hálvfinaluplássið. Mjølnir kann eisini taka fyrstaplássið í bólkinum við at vinna 3 stig.

*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*

Menn:

Leygardagin 21. januar kl. 15:00:
Mjølnir – SÍ
Rás2: https://sg.tv.fo/ras/
Hjá monnunum kappast trý lið um fyrstaplássið: SÍ, Mjølnir og Fleyr. Í løtuni er SÍ ovast við 8 stigum; tvey stig frammanfyri Mjølnir og Fleyr. Tað merkir so statt, av vinnur SÍ dystin ímóti Mjølni, so vinnur SÍ eisini bólkin. Vinnur Mjølnir hinvegin trý stig , so tekur Mjølnir fyrstaplássið, men tað verður mist aftur, um Fleyr vinnur 3 stig ímóti ÍF í Fuglafirði í seinasta dystinum næsta mikudag.

--------------------

Sunnudagin 22. januar kl. 16:00:
Ternan – ÍF
Rás2: https://sg.tv.fo/ras/
Viðvíkjandi ÍF er tað einasta vissa, at liðið ikki kann vinna fyrstaplássið. Alt annað er møguligt – eisini at spæla sær av við hálvfinaluplássið. Men so skulu fuglfirðingar eisini tapa fyri Ternuni sunnudagin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder