Føroya Tele-deildin, menn:
Brak í Fuglafirði
Leygardagin kl. 18.30 verður satt flogbóltsbrak í Fuglafirði, tá ÍF og SÍ bresta saman í ógvuliga avgerandi dysti um pláss í FM-finalunum. SÍ meldaði seg veruliga inn í finalustríðið fyri tveimum vikum síðan, tá teir á heimavølli vunnu 3-0 á júst ÍF, sum síðan eisini hevur tapt steypafinaluna ímóti Mjølni, sum var seinasta leygardag. Men sigurin hjá SÍ tá er bara at meta sum fyrri hálvleikur, tí vinnur ÍF sær trý stig hesaferð, so verða aftur seks stig á muni millum liðini – ístaðin fyri at liðini verða jøvn, um SÍ vinnur sær trý stig.
5-settari í væntu?
Liðini hava møtst fýra ferðir hetta kappingarárið (steypakappingin íroknað), og tríggir av dystunum hava verið 5-settarar, so okkurt kundi bent á, at vit fáa tann fjórða 5-settaran teirra millum hesa ferð. Í landskappingini hevur SÍ havt takið á ÍF, og hevur vunnið allar tríggjar uppgerðirnar – ta seinastu við 3-0.
Dystir leygardagin:
ÍF - SÍ Kl. 18.30
Ternan - Fleyr kl. 16.00
----
Føroya Tele-deildin, kvinnur:
Týðandi vágauppgerð
Dráttur hevur leingi verið við í stríðnum um annað finaluplássið, men í seinasta umfari misti liðið týðandi fet í tí kapprenningini, tá KÍF vann 3-1 á Giljanesi, og tapir Dráttur aftur hesaferð ímóti SÍ, so fer eisini bronsan at koma í vanda, tí vinnur KÍF samstundis á Mjølni, so strúka kollfirðingarnir framum Drátt. Men vinnur Dráttur hinvegin trý stig í dystinum ímóti SÍ, so er javnt teirra millum í stigum á øðrum plássi. Tó hevur Dráttur spælt tveir dystir meira.
Dystir leygardagin:
Fleyr - TB kl. 13.30
Dráttur - SÍ kl. 15.30
Mjølnir - KÍF kl. 20.00
Sunnudagin:
SÍ – TB kl. 14.00
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald