Ítróttur

Flogbóltur G 14: Mjølnir vann á Drátti

Dráttur og Mjølnir skuldu gera av, hvør av teimum skuldi fylgja Fleyr í steypafinaluna hjá gentum 14. Og tær sluppu at royna seg í stásiligu høllini, sum er riggað til eftir øllum kunstins reglum.

2022-02-12 15:35 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Gentur 14 ár:
Dráttur – Mjølnir 0-2 (16-25, 20-25)

 


Spæla við bestu kørmum
Dráttur og Mjølnir skuldu gera av, hvør av teimum skuldi fylgja Fleyr í steypafinaluna hjá gentum 14. Og tær sluppu at royna seg í stásiligu høllini, sum er riggað til eftir øllum kunstins reglum.


Mjølnir omaná
Mjølnir  legði harðliga fyri í fyrsta setti og helt seg omaná at kalla allta tíðina. Genturnar hjá Drátti, sum annars hava staðið seg væl í ár, haltaðu aftaná. Spælið gekk ikki so væl sum ofta, so Mjølnir tók settið 25-16. 

Rebekka Eysturskarð gjørdi munin
Helga Nordedal, venjari hjá Drátti, setti tingini upp á pláss í 2. setti, og genturnar vóru hamskiftar og løgdu seg væl framum, og settið lá til tær. Eitt skifti vóru tær frammanfyri við 5 stigum. 

Men so skifti Mjølnir Rebekku inn at serva, og tað vendi øllum púrasta á høvdið. Við heilt ótrúliga góðum servum vann hon Mjønir inn aftur í settið og langt framum. Eftir hetta vendist ikki aftur hjá Drátti, og Mjølnir tók til endast settið greitt 25-20 og harvið dystin 2-0. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder