2024-06-07 21:57
Føroyska flogbóltslandsliðið við monnum tapti í dag 3-0 fyri Eysturríki í síðsta umfarinum av Silvurliguni, sum verður spæld í Eysturríki um vikuskiftið.
Eftir at Føroyar eftir stuttari løtu komu afturum 11-3 og síðani taptu 25-14 í fyrsta setti, birtist vón um at vinna annað sett, tá støðan gjørdist 11-12. Men vónin livdi stutt, tí Eysturríki vann níggju av teimum næstu 10 bóltunum, og so endaði settið sum tað undanfarna, 14-25.
Í triðja setti var hampiligt fyrstu løtuna, men eftir 6-8 fór at dragna millum liðini, og Eysturríki vann 25-15.
Toppskorarar hjá Føroyum vóru brøðurnir Hjørtur og Bjarni Joensen við ávikavist 9 og 6 stigum. Til samans høvdu Føroyar tvey serviess í dag; eitt í part frá Filip og Vuc Ilic. Í blokkinum høvdu Føroyar bara eitt “kill” í dag, og tað var frá Jóhan Arna Elisson Wang. Eysturríki hevði 6 vinnarablokkar og 8 serviess.

Leygardagin kl. 15 spæla Føroyar seinasta dystin í kappingini. Tann dysturin er ímóti Ísrael.
--------
Í kvøld kl. 19 spælir føroyska kvinnulandsliðið ímóti Finnlandi í Høllini á Hálsi í seinasta dystinum í Silvurliguni hjá kvinnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald