Ítróttur

Flogbóltur:   Fínt avrik ímóti oddaliðnum í Silvurliguni hóast tap

Silvurligan, kvinnur:Føroyar - Finnland 0-3 (14-25, 19-25, 17-25)

2024-06-08 09:01 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Hóast greitt 3-0 tap fyri ósigraða oddaliðnum í Silvurliguni, Finnlandi, so verður hildið at føroyska avrikið var av tí frægara slagnum.
Serliga annað og triðja sett vóru hugalig at síggja. Í øðrum setti fylgdu Føroyar leingi við finnunum, og ikki fyrr enn við støðuna 10-12 fór at dragna millum liðini.

Í triðja settti gekk uppaftur betur fyrstu løtuna, og Føroyar løgdu seg á odda 5-2. Javnt var við støðuna 7-7, men eftir 9-10 dró Finnland so líðandi frá, og við at vinna síðstu fýra bóltarnar á rað, gjørdist munurin heldur stórur at enda.
Toppskorari hjá Føroyum í dag var Anja S. Danielsen við seks stigum. Til samans høvdu Føroyar tveir vinnarablokkar og seks serviess; av serviessunum átti Sirið H. Samson tey tvey.
Eftir sigurin hjá Finnlandi er nú greitt, at finalurnar verða millum Finnland og Portugal. Tann fyrra verður í Portugal 13. juni og tann seinna í Finnlandi 16. juni. Vinnarin fær 40.000 evrur, sum eru knappar 300.000 kr. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder