Ítróttur

Flogbóltskvinnurnar leggja fyri í Montenegro

Ferðalagið fer avstað við Atlantsflog í morgin og leikar fyrsta Silver League dystin fríggjakvøldið kl. 17, føroyska tíð, í høvuðsstaðnum Podgorica. Hesin dysturin er ímóti heimaliðnum, Montenegro.

2024-05-15 18:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Føroysku kvinnurnar leika tveir dystir í Montenegro. Fyrsti dysturin er ímóti Montenegro og seinni dysturin verður ímóti Georgia. Hesin seinni dysturin verður leiktur leygardagin kl. 17, føroyska tíð.

Eftir hetta fyrsta umfarið í Silver Leauge fara føroysku kvinnurnar til strandarbýin Budva, har tær verða í venjingarlegu nakrar dagar. Ítróttarliga og fíggjarliga er hetta nevniliga ein betri loysn enn at ferðast heimaftur til Føroyar, tí longu hósdagin 23. mai, skulu kvinnurnar verða í Luksembourg, har næsta umfarið í Silver League verður.

Í Luksembourg, leika kvinnurnar fyrsta dystin fríggjadagin 24. mai ímóti Luksembourg. Dagin eftir leika kvinnurnar ímóti Ungarn og ferðast síðani heimaftur sunnudagin 25. mai.

Fríggjadagin 7. juni leika kvinnurnar síðani síðsta dystin í innleiðandi umfarinium á heimavølli í Havn ímóti Finnlandi.

Høvuðsvenjarin hjá føroyska kvinnulandsliðnum, Christian Imhoff og hjálparvenjarin Baca Djurovic, hava úttikið hendan bruttohópin til hesi trý umførini í Silver League.

Jóhanna Christiansdóttir (1), TB
Janna Falkvard (3), Ikast KFUM
Anja Sonnadóttir Danielsen (4), Fleyr
Kristina Knudsen (5), Fleyr
Henrikka Wang Jacobsen (6), Dráttur
Anna Arnholdsdóttir (8), Mjølnir
Sirið Hanusardóttir Samson (9), Mjølnir
Sesilia Johndóttir Prior (10), KÍF
Jakobina Joensen (11), Ikast KFUM
Hanna Andriasardóttir Olsen (12), Fleyr
Rebekka Osberg Højsted (13), Mjølnir
Ingibjørg Sigridardóttir Muller (14) Ikast KFUM
Elsa Samuelsen (15), KÍF
Nicola Toftegaard (16), Mjølnir


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder