Ítróttur

Flloogbóltur: FØROYAR hava heimavøll

.

2025-06-04 14:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder



Komandi vikuskifti spælir A-landsliðið tveir dystir á heimavølli. Dystirnir vera leiktir í høllini inni í Dal á Sandi.

Eftir flotta avriki hjá Føroyska landsliðnum í Letlandi farna vikuskifti, fyrireika kvinnurnar seg til komandi Silver League dystirnar á Sandi, har Føroyar eisini eru vertir.

Føroyar hava góðan møguleika at fáa eitt gott úrslit til fyrra dystin fríggjakvøldið kl: 19:00, tá okkara kvinnur møta  Norðurmakedónia. Sunnudagin møta vit Eysturríki, sum júst eru flutt niður úr GoldenLeague.

Útlitini hjá Føroyum:
 Norðurmakedónia, vann annan av sínum dystum farna vikuskiftið, tá landið vann sín fyrsta millumtjóða dyst í 17 ár við 3-0 sigri á Luksemborg (25-16, 25-19, 25-14). Sunnudagin fekk Norðurmakedónia kortini oyrini rættiliga í maskinuna ímóti sterka sveisiska liðnum, sum vann 25-7, 25-16 og 25-6 í trimum settum.
Sunnudagin verður dysturin ímillum  Føroyar og  Eysturríki, sum í fjør spældi í Gullliguni, men endaði aftast og flutti tí niður í Silvurliguna at spæla í ár. Fyrsta dystin, sum var ímóti Georgia og varð spældur í Íslandi, tapti Eysturríki 3-2 (26-28, 23-25, 25-13, 27-25, 13-15). Tað var júst Georgia, føroysku kvinnurnar vunnu 3-1 á í 2023. Seinna dystin vann Eysturríki sunnudagin sannførandi 3-0 á Íslandi (25-16, 25-15, 25-17). Fríggjadagin hevði Ísland tó vunnið 3-2 á Georgi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder