Politikkur

Eyðgunn: Fólkaflokkurin vil AVTAKA fólkapensjónina

Stendur tað til formannin í Fólkaflokkinum, so er rætturin til fólkapensjón skjótt søga.

2025-06-05 19:59 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nú Fólkaflokkurin varð greiði vinnanrin í seinastu veljarakanning, er áhugaverd samrøða við formannin í Norðlýsinum. Formaðurin hevur annars ikki verið so hugaður at tosa um politiskar loysnir, men hevur hinvegin verið ímóti øllum uppskotum, sum skulu tryggja, at vit eisini hava eitt vælferðarsamfelag um 10, 20 og 30 ár.

Men við Norðlýsið greiðir hann frá sínum ætlanum. Alt gott um tað. Men ætlanirnar eru skakandi.

Beinir Johannesen sigur bart út í samrøðuni, at nú øll spara upp til egna pensjón, so eiga vit IKKI longur at dúva uppá pensjón frá landinum. Greiðari kann tað ikki sigast: Fólkaflokkurin vil AVTAKA fólkapensjónina.

Sami flokkur, ið er upphavið til størsta staka partin av haldførisavbjóðingini, tá hann innførdi flattskattin og forskattingina av pensjónunum. Nú vil hann avtaka eina av grundsúlunum undir vælferðarsamfelagnum.

Fólkapensjónin og samhaldsfasti hava til endamáls at tryggja, at øll hava møguleika til ein virðiligan aldurdóm, uttan mun til hvussu lívskorini annars hava háttað seg. Fyri Javnaðarflokkin er rætturin til fólkapensjón og samhaldsfasta heilt avgerandi.

Áðrenn fólkapensjónin kom var bara fátækrahjálp – olmussuhjálp - til tey, ið ikki vóru so heppin at verða fødd við bestu fortreytunum. Fyri at ójavnin ikki skuldi halda fram og økjast í aldurdóminum, fingu vit fyrst fólkapensjónina og síðan eisini samhaldsfasta. Nú ynskir Fólkaflokkurin at vit skulu bakka aftur, avtaka fólkapensjónina og økja um ójavnan í ellisárum enn meira.

Tað fara vit í Javnaðarflokkinum ongantíð at góðtaka.

Eyðgunn Samuelsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder