Ítróttur

Fleyr og SÍ jøvn í stigum, eftir at SÍ vann fimmsettara

Føroya Tele-deildin, kvinnur:Fleyr – SÍ 2-3 (23-25, 23-25, 25-19, 25-19, 8-15)

2024-03-05 08:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Øgiligur speningur er nú um seinna finaluplássið í Føroya Tele-deildini, eftir at SÍ í kvøld vann 3-2 á Fleyr, og bæði liðini standa á 26 stigum.

SÍ var á odda alt fyrsta sett, viðhvørt við fimm stigum, men móti endanum tódnaði leiðslan niður í eitt stig. SÍ vann sær tó settbólt, og hann smassjaði Inga Helena Henriksen í blokkin hjá Fleyr og út til 25-23.

Í øðrum setti legði Fleyr seg á odda 19-15, men megnaði ikki at halda fast. SÍ javnaði til 20-20, og eftir misskiljing hjá Fleyr fekk SÍ settbólt, og tá Fleyr ikki fekk bilbukt við hørðu servuna frá brasilsku Anu Ceciliu Goulart, vann SÍ eisini annað sett 25-23.

Fleyr meldaði seg inn aftur í dystin við at vinna triðja sett. Eftir 14-14 dró Fleyr frá, og við serviessi tryggaði Óluva Mohr Fleyr settið við 25-19.

Fley vann lættliga fjórða sett við somu tølum sum tað undanfarna, eftir at heimaliðið hevði lagt seg ður á odda 13-5 og 19-7.

Og so skuldi alt avgerast í javnbrótaranum. Men hann gjørdist ongantíð spennandi, tí SÍ fleyg avstað og legði seg á odda 5-1 og 10-3, áðrenn sigurin var tryggjaður við 15-8.

Enn er tó langur vegur eftir á mál hjá báðum liðum. Bæði hava t.d. ein dyst eftir ímóti oddaliðnum Drátti. Men kanska sær dystarskráin hjá SÍ heldur truplari út enn tann hjá Fleyr, tí SÍ hevur tveir dystir eftir ímóti Mjølni, sum kunnu gerast lumpisligir. Afturímóti hevur Fleyr tveir dystir eftir ímóti Ternuni, sum einans hevur fingið eitt stig í ár. Men frá nú av telur hvørt einasta sett fyri Fleyr og SÍ í kappingini um at møta Drátti í FM-finalunum. Beint nú er Fleyr tvey sett frammanfyri SÍ í støðutalvuni.

Dystirnir, sum eru eftir hjá Fleyr og SÍ:
Fleyr: TB (heima), Ternan (úti), KÍF (h), Dráttur (ú), Ternan (ú)
SÍ: KÍF (h), Dráttur (ú), Mjølnir (h), TB (ú), Mjølnir (ú)


Mjølnir – Ternan 3-1 (25-18, 25-18, 17-25, 25-21)
Hjá Ternuni hevur gingið framá í seinastuni, og aftur sunnukvøldið vann hon sær eitt sett, tá hon vitjaði í Klaksvík. Ternan var eisini frammanfyri tey fyrstu 10 stigini í hinum trimum setunum, men megnaði tó ikki at halda, og samanumtikið vann Mjølnir sannførandi 3-1.

TB – KÍF 3-1 (25-16, 13-25, 25-19, 25-16)
Í Trongisvági spældu TB og KÍF, og har siga tølini, at heimaliðið vann tryggan 3-1 sigur. KÍF var tó á odda 10-7 í fyrsta setti, men tapti síðani fyrst fimm og so átta bóltar á rað, og so var tað settið farið fyri skeytið. Í øðrum setti fekk TB ein rættiligan avsmurning, men fótaði sær tó aftur og vann í síðsta enda næstu tvey settini trygt. Men serliga fjórða sett iðrar KÍF seg kortini um, tí eftir 15-15 vann KÍF bara eittans stig – og við átta stigum á rað tryggjaði TB sær settið 25-16.

Støðan í Føroya Tele-deildini , kvinnur:


Nr. 

Lið

Dystir

Settmunur

Stig

1

Dráttur

12

24

31

2

Fleyr

13

14

26

3

13

12

26

4

Mjølnir

12

-1

19

5

TB

11

-5

14

6

KÍF

13

-12

12

7

Ternan

12

-32

1


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder