2023-03-04 10:41
Gentur 16-dysturin millum Fleyr og SÍ gjørdist sera spennandi, og javnbrótari mátti til, áðrenn Fleyr fór avstað við sigrinum.
Sí vann tó fyrsta settið rættuliga greitt við 25-19. SÍ sá í hesum settinum út til at vera munandi sterkari enn Fleyr.
Fleyr svaraði tó aftur sum hamskift í 2. setti við at vinna 25-18 og vann síðani javnbrótaran 15-13. Her fekk Fleyr eina flúgvandi byrjan og legði seg á odda 6-0, men SÍ kom afturíaftur og legði seg eisini framum 12-11, áðrenn Fleyr vann avgerandi bóltarnar.
Thirza Tarazona Becerra gjørdist dagsins leikari fyri Fleyr, meðan Sára Kambsgarð gjørdist dagsins leikari fyri SÍ.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald