2023-03-26 08:35
FM-finalan fyri gentur 16 í flogbólti er leikt á Tvøroyri og føroyameistari 2022/2023 er Fleyr. Hetta var greitt eftir at tær vunnu 3-1 á SÍ.
Talan var um tættan, spennandi og rættuliga vælleiktan dyst við góðum álopsspæli.
Fyrst í mars vann Fleyr steypafinaluna - eisini í einum sera tøttum dysti ímóti SÍ, so nú eru Fleyr greipuvinnarar.
Við Thirzu Tarazona Becerra, sum eisni fær nakað av leiktíð á besta kvinnuliðnum hjá Fleyr í Føroya Tele deildini, hevur Fleyr ein ungan leikara í serflokki. Thirza skaraði serliga framúr í álopspartinum, har hevarin brúkti hana í øllum truplum støðum, og so eisini við sera góðum servum.
Venjarin hjá Fleyr, Iuliia Kuvsinova, stór í dag yvirfyri sínum gamla venjara Rajko Petrovic og hon man eisini hava verið sera nøgd við gongdina í dystinum.
Dagsins leikari fyri Fleyr varð Thirza Tarazona Becerra og dagsins leikari fyri SÍ varð Sára Kambskarð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald