Mentan

Flaggdagshald á Giljanesi

Mánadagin 25. apríl kl. 16.00, verður skipað fyri flaggdagshaldi í Skúlanum á Giljanesi.

2022-04-23 10:56 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Sum vant, verður skrúðgonga úr Miðvági og Sandavági inn á Giljanes. Byrjað verður at ganga úr Miðvági kl. 15.40 frá bygdaskúlanum, og úr Sandavági kl. 15.40 frá Virkishúsinum við Ánna. Inni á Giljanesi spælir Sørvágs tónleikarafelag, Bjarni Prior, borgarstjóri bjóðar vælkomin, og síðan verður tað Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparfelag Føroya, sum í ár heldir flaggdagsrøðuna.


Kommunan bjóðar kaffi/te og saft, taki egnan kopp við.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder