Vinna

Fingu rakett og flúgvara í trolið

Arctic Viking siglir heim úr Barentshavinum, teir eru fullfermdir 667 tons.

2022-12-04 23:10 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Bjarni Petersen skipari á Arctic Viking skrivar:

Hey.

Vit hava 667 ts í last

Langur túrur fóru avstað 24.sept, so fiskaríði hevur verið vánaligt.

Tað hevur verið stak vánaligt fiskarí i heyst i Norskum og Russiskum sjógvi.

Vit eru 20 manns við, harumframt høvdu vit Russiskan observatør

Vit vita ikki hvat verður næsti túrur.

Vit vóru nógv tarnaðir av Kongakrabba, ikki er lov at hava meir enn 10 stk pr tons so má man flyta . Vit fingu ofta 100 stk pr tons.

 Ikki høvdu vit loyvi til at taka ein einasta krabba, heldur ikki at eta. Russarir sum vit fiskaðu við síðuna av fingu ongan krabba, men teir høvdu ikki observatør !!!!!!

 Krabbin var ofta á bestu fiskileið

Vit hava fiska nógva ´´óhumsku´´ upp av botni, so umframt nøkur tons av trolneti so fingu vit

Gronina av eini Rakett, sí mynd

Ein part av einum flúgvara , vistnokk jettjagari

Eina vaskimaskinu

Eina langa bunkringsslangu (nokk slitna undir bunkring)

Nógvar tunnur og dekk o.a.

So hett var sum við Kollfjarðaveðrinum at í vombini funnu teir nógv- eitt strúkijarn –eitt blikk av abrikosum og 2 pør av Føroyskum hosum


Bjarni

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder