Til tess at røkka hesum máli er gongd sett á fleiri verkætlanir á umhvørvisøkinum. M.a. eru 26 milliónir settar av til eina fýra ára ætlan um náttúruloysnir í Norðanlondum. Ætlanin er samansett av fimm verkætlanum, sum hava til endamáls at gera tað lættari hjá politikarum og fyrisitingum í Norðanlondum at íverkseta Náttúruloysnir.
Lendisbataverkætlanin hjá Tjóðsavninum er ein av átta undanverkætlanum, sum hava fingið fígging. Verkætlanin hevur til endamáls at granska í og menna endurbøtingarhættir til benið eftir einari skriðu á Syðradali í Kalsoynni, sum leyp í ár 2000. Hetta arbeiðið verður gjørt í samstarvi við íslendskar serfrøðingar innan náttúruendurbøting, Miðnámsskúlan í Vestmanna og bóndan á Blankskálagarði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald