2022-04-15 22:49

FSF: Talan var um eina sanna málveitslu, tá 1. umfar í kappingini um Løgmanssteypið bleiv spælt skírisdag.
Tilsamans 42 mál blivu skoraði í teimum átta dystunum, og nú ber til at síggja øll málini í FSF Varpinum.
Liðini, ið hava spælt seg víðari, eru B36, Víkingur, AB, HB, ÍF, TB, 07 Vestur og KÍ. Lutakastið til fjórðingsfinalurnar verður í 3-2 týsdagin 26. apríl.
Fjórðingsfinalurnar verða spældar mikudagin 18. mai.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald