Tjóðsavnið: Stokkastovan er bygd av Gablafeðgunum, sum høvdu Føroyar í len frá 1655 til 1709, og bygningurin var síðani yvirtikin av Kongaliga einahandlinum. Nógv virksemi hevur verið í bygninginum og umvegis gomlu "Vippuna" á Eystaru vág eru vørur skipaðar inn og út av Stokkastovuni.
Bygningurin verður nú høvuðsumvældur og settur aftur í uppruna stand og skal í framtíðini brúkast til ymisk almenn tiltøk. Í hesum sambandi er gamla gólvið tikið upp, og fornfrøðingar frá Tjóðsavninum hava funnið eina ørgrynnu av forvitnisligum lutum undir brettunum. Tað mest forvitnisliga, tey hava funnið, var ein kjallari við vøkrum, steinsettum gólvi og grótveggjum, ið fjaldi seg undir moldini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald