Politikkur

Fíggjarligt skil og hart arbeiði

Nú er løtan komin, har tit skulu seta krossin, og tit veljarar kunnu nú hugsavna tykkum um, hvat tit ynskja fyri tey næstu fýra árini. Gamli stjórin hjá mær, Mouritz Mohr, tekur ofta til: “Tosa aldrin niður um kappingarneytarnar, men vís heldur, at okkara fyritøka er tann besta – so skulu kundarnir nokk velja okkum.” Hettar kundi summi lært av, tí tað er aftur ein dagur í morgin.

2024-11-12 08:44 Author image
-
placeholder

Eg vóni, at eg og okkara listi hava megnað hetta, og at vit kunnu fáa tykkara álit. Um so verður, verður tað fíggjarligt skil og framhaldandi hart arbeiði, ið eg skal standa fyri. Øll, sum kenna meg, vita eisini, hvat eg standi fyri, og at allar útsagnir ikki altíð krevja ella eru verdar eitt aftursvar, serliga tá tær als einki hava við veruleikan at gera.

Síðsta hjartamálið hjá mær, áðrenn tað er over and out frá mínari síðu, er ferðslan.


Ímeðan vit bíða... Loysnir til ein tryggari ferðslutrygd nú og her!

Í nógv ár hevur ferðslutrygd verið til umrøðu, serliga tá val er fyri framman, og fleiri uppskot um rundkoyringar, umskipanarvegir og tunlar hava verið viðgjørd. Fundir hava verið hildnir við myndugleikarnar í hesari býráðssamgonguni, eins og í teimum undanfarnu, við tí endamáli at finna hóskiligar loysnir at skipa ferðsluna, ið fer gjøgnum bygdirnar. At bíða eftir játtan til stórar verkætlanir er sum at bíða eftir Godot; tað kann kennast sum eitt ivasamt stríð uttan enda. Sum eina fyribils loysn, ímeðan vit bíða eftir játtan til Landsverk til verkætlanina við rundkoyring á Giljanesi, verður nú lagt enn eitt uppskot, minni men neyðugt, fyri myndugleikarnar.

Eg havi fyri tíð síðan boðið Dennis Holm, landsstýrismanni í samferðslumálum, og nýggja stjóranum hjá Landsverk vestur at umrøða, hvussu vit kunnu tryggja ferðslutrygdina í bygdunum, ímeðan vit bíða.

Uppskotið fevnir um at seta tvær 40 km/t-sonur á ávís vegastrekki í Miðvági og Sandavági. Tað fyrra vegastrekkið liggur millum rundkoyringina í Sandavági og vegin niðan til Miðhjallar. Tað seinna umfatar strekkið frá Kálvalíðveg við ellisheimið og strekkir seg norður um avkoyringina til Hornavegin.

Harumframt verður mælt til at víðka gongubreytina og súkklubreytina frá Nesabrekkuni til skúlan og frá skúlanum heim til ellisheimið. At seta ferðina niður við slíkum økjum fer ikki bara at tryggja farleiðirnar, men eisini at minka um larm og ristingar hjá borgarum, sum búgva fram við vegnum. Við einari 40 km/t-sonu tekur koyringin kanska 40 sekund longri, men hetta er ein lítil prísur at gjalda fyri at minka um vandan fyri vanlukkum og geva bygdafólkinum betri ferðslutrygd.

Eisini fer ein 40 km/t-sona at avmarka ferðina, tí tann, sum koyrir yvir 60 km/t í einum slíkum øki, missir koyrikortið. Hetta sendir eitt greitt signal, sum vil dempa ferðsluna og tryggja eina friðarligari og tryggari farleið. Hetta uppskotið er eitt lítið, men munadygt fet á leiðini til eina betri ferðslutrygd fyri allar borgarar í bygdunum, meðan vit bíða eftir størri loysnunum.

Set X við Bjarna Prior

Set X við Borgaralistan

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder