Spyrjari: Fía Selma Nielsen, løgtingskvinna
Svarari: Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum
Evni: Landsvegir, ið ganga gjøgnum bygd øki
Spurningar:
1. Á hvussu nógvum vegastrekkjum í Føroyum ganga landsvegir gjøgnum øki, har børn hava sína dagligu gongd?
2. Hvørji øki er talan um?
3. Ætlar landsstýrið at gera nakað við at bøta um ferðslutrygdina á tílíkum økjum?
Viðmerkingar:
Øll ferðsla til og frá flogvøllinum í Vágum verður leidd eftir sama vegi, sum er farleið til einasta fólkaskúlan í Vága Kommunu. Ferðafólkatalið á flogvøllinum setur framvegis met, og teir tríggjar summarmánaðirnar, juni, juli og august, vóru í 2025 184.000 fólk komin og farin um flogvøllin. Tað var væl meiri enn summarmánaðirnar undanfarin ár (kelda: kvf.fo).
Alt árið 2024 komu og fóru 444.000 ferðafólk um flogvøllin, met varð eisini sett í 2025 tá 461.054 fólk ferðaðust um flogvøllin (kelda: fae.fo).
Ferðslutrygdin á vegastrekkinum, har landsvegurin gongur gjøgnum Sandavág og Miðvág er ikki nøktandi, og Løgtingið hevur samtykt, at Vága Floghavn fær 350 milliónir kr. til part av ætlaðu útbyggingunum av flogvøllinum/farstøðini.
Tað eru játtaðar 2,4 mió. kr. til at fyrireika tunnilin á farleiðini frá flogvøllinum til Vágatunnilin. Men tá er talan um eina langtíðarætlan. Her og nú er ein stór avbjóðing á vegastrekkinum.
Tað hevði verið áhugavert at frætt, hvørjar tankar landsstýrisfólkið hevur um hesi viðurskifti.
Tí vera hesir spurningar settir.
Á Løgtingi, 28. apríl 2026
Fía Selma Nielsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald