Vinna

Ferðsluóhapp omanfyri Fútaklett

Kl. 07.50 í morgun fekk løgreglan boð um, at ein bilur, sum var ávegis til Vágar, fór niðan av vegnum, tætt omanfyyri Fútaklett.

2022-09-05 11:56 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Bilurin endaði á takinum og fekk stóran skaða.

Løgreglan og sjúkrabilar komu skjótt á staðið. Tað vóru tríggir mans í bilinum, men tíbetur fekk eingin teirra nakran skaða, mett var, at tað var ikki neyðugt at koyra mennirnar á Landssjúkrahúsið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder