2025-11-17 17:03
Fyri løtu síðani hendi eitt ferðsluóhapp í Norðagøtu. Beint sunnanfyri Magn-støðina.
Talan er um tríggjar bilar, sum allir koyrdu sama veg. Hví óhappið er hent veit vakthavandi ikki. Fýra fólk vóru í bilunum, og tvey eru flutt á Landssjúkrahúsið.
Nógvir brotnir lutir eru á vegnum, og verður vegurin stongdur til vegurin er ruddaður. Tó verður ferðslan leidd ígjøgnum bygdina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald