Ítróttur

Favorittarnir vinna

Undanroyndin til hálvfinaluna millum ÍF og Fleyr var í landskappingini hóskvøldið í Havn, tá ið ÍF vann greitt 3-1. Í dag var tað enn greiðari.  

2022-02-12 18:55 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Steypakappingin, menn: 
ÍF – Fleyr 3-0 (25-20, 25-17, 26-24) 

ÍF vísir klassan 

Tvey tey fyrstu settini vóru menninir í ÍF alt ov sterkir til Fleyr. Trýstið á servuni, blokkurin, smashini hjá serliga Vukasin og yvirhøvur alt samalt var bara ein klassa omanfyri. Í grundini spæl, sum eigur at fáa øll hini at ristast í brókunum, tí eitt ÍF-lið, sum er so væl fyri, verður ómetaliga torført at syfta. Og tá skal verða lagt afturat, at ÍF hevði ikki alla manningina við í dag fyri koronu.  

Fleyr átti at havt skapt spenning 

Eftir at hava verið heilt og aldeilis niðri í posanum hjá ÍF, reisir Fleyr seg í 3. settinum. Teir eru fyri fyrstu ferð í dystinum við og enntá frammanfyri tað mesta av tíðini. ÍF rennur aftaná, men ikki nógv, og tá ið Fleyr tekur fyrsta time-outið, er støðan 16-16, og leiðslan er mist. Men Fleyr svarar aftur og hevur allar møguleikar at vinna settið, tá ið teir eru frammanfyri 23-20 og havnarmenn tykjast rættiliga at hava skelkað ÍF. Men tað er nokk sigandi um ÍF sum lið, at júst hesa løtuna grava teir djúpt. Vinna onkran blokk, leypa avgjørdir á, og bjarga onkrum bólti úr gólvinum so alt í alt endar dysturin 26-24 við einum dundur-smashi hjá Vukasin, sum ígjøgnum allan dystin stóð sterkastur millum sterku liðfelagarnar.  

ÍF skal sum so mangan fyrr spæla steypafinalu, og longu nú mugu teir liva við, at teir hava ein favoritt leiklut.  

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder