Um middagsleitið í gjár fekk løgreglan eina fráboðan um ein stóran eld í sethúsum í Sørvági.
Alt bleiv sent á staðið, og hevði tað eisini við sær, at flogvøllurin bleiv stongdur, tí sløkkiliðið har eisini fór at sløkkja eldin.
Av løgreglustøðini verður í morgun upplýst, at eingin fólkaskaði var, men húsini fóru sera illa. Nøkur grannahús fingið eisini skaða.
Sørvágs sløkkilið hevur havt brandvakt í nátt. Løgreglan fer so skjótt tað ber til, at kanna hví eldur kom í húsini.
Annars verður upplýst, at sera nógv fólk vóru á G! Festivalinum, men har gekk alt friðaligt fyri seg.
Løgreglan hevur tikið tveir útlenskar ferðaleiðarar, sum hava arbeitt í Føroyum ólóligt. Talan er um fólk, sum ikki eru úr Europa. Tann eini hevur fingið sekt og er útvístur úr Føroyum. Hitt málið er ikki avgreitt enn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald