Vinna

Eysturkommuna er nú á Vanganum

Nú kunnu íbúgvar í Eysturkommunu fara inn á Vangan og avgreiða viðurskifti síni við kommununa talgilt. 

2022-08-31 10:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tað búgva knapt 2.300 fólk í kommununi, ið fevnir um Leirvík og Gøtu.


- Vit flyta okkum eitt stig fram á leiðini við at bjóða talgildar tænastur til borgaran, sigur Per Martin Gregersen, borgarstjóri. Hetta gevur møguleikar fyri bæði tryggari og meira beinleiðis samskifti millum kommunu og borgara, ið kann avgreiða alsamt fleiri viðurskifti á einum tryggum stað – Vanganum.


Eysturkommuna er fjórða kommunan, ið bjóðar fram talgildar tænastur umvegis Vangan. At byrja við kunnu borgarar í kommununi fara á Vangan, tá ið tey skulu søkja um 

  • Byggiloyvi
  • Dagstovnapláss
  • Frípláss
  • Heimapart
  • Mentanarstuðul
  • Flyta bústað


Harumframt fæst innlit í tey mál, tú hevur við kommununa á Vanganum. Við tíðini koma enn fleiri tænastur. 


Í Talgildu Føroyum eru tey fegin um at bjóða borgarum í Eysturkommunu nýggju tænasturnar. Nú eru 14 tænasturveitarar á Vanganum við tilsamsans 80 sjálvgreiðslum. Tað eru stórir fyrimunir við eini felags menning av talgildum tænastum. Vit bjóða øllum í landinum somu góðu tænastu og geva borgarum eina  trygga og samanhangandi brúkaraferð.


Málið er, at allar kommunur í landinum verða umboðaðar á Vanganum. Avtalur eru gjørdar við 21 kommunur, ið umboða gott 90 % av Føroya fólki.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder