Ítróttur

Eyðun nýggjur U21-venjari

FSF hevur sett Eyðun Klakstein í starv sum venjara hjá U21-landsliðnum. Avtalan er galdandi næstu tvey árini

Atli Gregersen, hjálparvenjari, og Eyðun Klakstein, høvuðsvenjari hjá U21-landsliðnum næstu tvey árini - Mynd: Hans Erik Danielsen

Atli Gregersen, hjálparvenjari, og Eyðun Klakstein, høvuðsvenjari hjá U21-landsliðnum næstu tvey árini - Mynd: Hans Erik Danielsen

2022-12-12 22:24 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: – Hetta verður ein spennandi avbjóðing, og eg gleði meg at sleppa í gongd, sigur nýggi venjarin hjá U21-landsliðnum, Eyðun Klakstein við heimasíðuna hjá FSF.

Mánadagin undirskrivaðu Fótbóltssamband Føroya og Eyðun Klakstein avtalu, ið inniber, at frá 1. januar 2023 tekur royndi venjarin úr Klaksvík við høvuðsábyrgdini av U21-landsliðnum. Avtalan er galdandi komandi tvey árini.

Hjálparvenjari verður Atli Gregersen, sum í oktober var ein av teimum tólv, ið fingu A-venjaraprógv hjá FSF.

Í seinastu EM-undankapping vóru Føroyar í bólki H, saman við Fraklandi, Ukraina, Serbia, Norðurmakedónia og Armenia. Úrtøkan hjá føroyska liðnum gjørdist tveir sigrar og fýra javnleikir. Millum annað spældu okkara dreingir javnt 1-1 móti Fraklandi, sum vann bólkin greitt.

Lutakastið til EM-undankappingina 2023-2024 verður í Nyon í Sveis 2. februar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder