Ítróttur

Eva Winther Nagata spælir um danska flogbóltsbronsu

Í fremstu donsku flogbóltsdeildini fyri kvinnur, Volleyligaen, fara tey nú í holt við dystirnar um heiðursmerkini, og føroyska Eva Winther Nagata skal við liði sínum, ASV Elite úr Aarhus, spæla um bronsuheiðursmerkini ímóti Team Køge. Spælt verður best av trimum dystum.  .

2022-04-12 09:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

ASV Elite spældi í hálvfinalunum ímóti Brøndby VK og tapti tríggjar dystir og vann ein, har spælt varð best av fimm dystum. 

Á liðnum hjá Team Køge hevur hálvføroyska Freja Hentze, við mammu úr Føroyum, spælt, men hon var so óheppin at fáa skaða í knæið og skal tí leggjast undir skurð og verður ikki við í dystunum um bronsuna.  

Fyrsti dysturin verður í Køge í kvøld kl. 18.30 føroyska tíð. 

Annar dysturin verður í Aarhus annan páskadag 18. apríl kl. 13, og ein møguligur triði dystur í Køge týsdagin 19. apríl kl. 18.30. 

Dystirnir verða stroymdir á http://volleytv.dk  (vel upcoming).

Liðini møttust tríggjar ferðir í grundspælinum, og har vann ASV Elite tveir dystir og Team Køge ein.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder