Seinna útav fýra FM kappingum í leirdúgvuskjóting, hevur verði um vikuskifti á breytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla á Sandvíkum. Hesa ferð varð tað FM í OL trap sum skuldi avgreiðast.
Eftir innleiðandi umfør á 125 dúgvur, fóru 6 teir fremstu íðkararnar í eina FM finalu. Finaluna vann sjálvur formaðurin í Skjótisamband Føroya, Esmar Joensen úr Veiðifelagnum Byrsumúla. Esmar varð tríggjar dúgvur frammanfyri Finn Ludvig úr Veiðifelagnum Byrsumúla, sum fekk silvur.
Bronsuna vann 16 ára gamli Bartal Klettheyggj úr Veiðifelagnum Byrsumúla, Bartal vann eisini unglingakappingina.
Næsta FM kappingin verður komandi vikuskifti 31. aug. – 1. sept. tá FM í OL skeet verður. Fyrri dagur verður á breytini hjá Vestmanna Byrsufelag í Vestmanna, og seinni dagur verður sunnudagin á Sandvíkum í Tórshavn.
Úrslit
1. Esmar Joensen
2. Finn Ludvig
3. Bartal Klettheyggj
4. Jón Jacobsen
5. Johnhard Klettheyggj
6. Høgni Guldbro Jósleivsson
7. Bárður Poulsen
8. Jeppe Sommer Bruun
9. Eirikur Elisson
10. Tórur Fløtt
Unglingar
1. Bartal Klettheyggj
Øll úrslit [ Trýst her ]
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald