FSF: Tað var lagt upp til ein spennandi dyst í góðveðrinum í Klaksvík í gjár, og tað endaði eisini við einum stoltum landsliðsvenjara, tá U21 dreingirnir høvdu spælt 1-1 javnleik móti Serbia í seinasta EM undankappingardystinum á hesum sinni.
Gamaní vóru gestirnir leikliga omaná stórar partar av dystinum og stundum var trýstið móti føroyska málinum rættiliga áhaldandi. Men føroyska liðið var sum ikki einaferð væl skipað og sera hartarbeiðandi, og upp til fleiri ferðir lógu okkara eisini framvið í serbiska endanum. Málleysa støðan helt sær til hálvleiks, og tá knappur tími var spældur, fingu mongu áskoðararnir á Djúpumýru nakað at fegnast um.
Eftir eitt sindur av trunka frammanfyri serbiska málið, setti Jørgen Nielsen fótin á og skoraði sítt fyrsta U21 landsliðsmál fyri Føroyar og so var søguskriving á skránni. Ein sigur hevði nevniliga tryggjað landsliðnum triðjaplássið í bólkinum og hægsta stigatalið nakrantíð í einari undankapping.
Tað sá eisini leingi út til at halda sær, men tá 13 minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini, javnaði Stefan Mitrovic fyri serbar, sum sostatt fingu annað stigið við sær heim úr Føroyum.
Við javnleikinum endar U21 landsliðið á fjórða plássi í bólki H við 10 stigum og nógvum fantastiska flottum avrikum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald