Stoyt: Kravið fyri at Julia skuldi koma við var ein tveykampur á 157kg. Hetta megnaði Julia, tá ið hon til tað føroyska meistaraheitið treki 70kg og stoytti 87kg.
Julia hevur vant vektlyfting hjá Stoyt, við Pól sum venjara, síðan februar í 2022. Hon hevur síðan fyrsta dagin lagt nógva orku í hennara venjing og hevur kempa seg fram til hetta flotta úrsliti. Julia venur til dagligt í suðri, men fer summi vikuskiftir til havnar at venja saman við sínum venjara og øðrum lyftarum hjá Stoyt.
Tað norðurlendska meistaraheitið fyri juniorar verður hildi í Keypmannahavn tann 15 - 16 novembur. Tó, áðrenn Julia fer avstað, so hevur hon aðrar kappingar hon skal luttaka í áðrenn. Um 10 dagar skal hon luttaka í tí danska meistaraheitinum fyri seniorar. Her er málið hjá Juliu at lyfta seg fram á eitt bronsu heiðursmerkið.
Afturat danmark meistaraheitinum skal Julia eisini luttaka í International Women Weightlifting Grand Prix í Baden, Eysturríki tann 22 august.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald