Ítróttur

Elin afturvald

Á aðalfundinum 21. mai varð Elin Heðinsdóttir Joensen afturvald sum forseti í ÍSF.

2022-05-22 13:35 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Í forsetarøðuni takkaði hon fyri árið, ið er farið og nevndi nøkur av teimum tingunum sum hava fylt kallendaran hjá ÍSF hetta farna árið og hvat liggur fyri framman.
“Av nýggjum tingum, kann eg nevna, at vit hava havt teir fyrstu Føroyaleikirnar. Og Føroyaleikirnir eru felagsskapur, sum vil nakað. Millum lond. Tvørtur um ítróttagreinar. Og kring alllar Føroyar. Tann orkan og tann gleðin, sum merkti okkara fyrstu Føroyaleikir, var heilt ótrúlig. Øll tit, sum skipaðu fyri, gjørdu eitt framúr arbeiði. Og undirtøkan frá tykkara luttakarum var betri enn vit høvdu væntað á hesum fyrstu leikum.”
Næstu Føroyaleikirnir vera frá 30 juni til 3 juli í ár.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder