Vinna

Eldsálirnar ið skaptu flogsøgu

Vandalisma á staðnum og fullkomin líkasæla frá almennari síðu ráddu á flogvøllinum í Vágum eftir kríggið. Flogvøllurin átti ongan góðan.

2022-10-02 15:55 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

 

Minnist sum smádrongur á veg á torvheiðarnar hjá okkum sunnan fyri flogvøllin, at tað kendist ikki sørt ófrættakent at ganga ígjøgnum tann velduga hangarin, har takplátur og klædninigsplátur hingu leysar og rustaðar.

Hinvegin var eg hugtikin av teimum tummatjúkku ljósunum, ið vóru feld niður í sjálvan vøllin.

Elleidningarnir vóru tó seinni skræddir upp, og blýggið rundan um teir bleiv brúkt til at stoypa fiskilodd við.

Als einki bleiv gjørt frá almennari síðu fyri at varðveita nakað og enn minni fyri at halda tí í standi við framtíðar nýtslu fyri eyga. Alt slapp at rusta upp og farast, og endin var, at hangarurin bleiv niðurtikin - av trygdarávum, haldið eg.

Men fyrst í trýssunum byrjaðu sørvingarnir Lars Larsen og Hugo Fjørðoy saman við beiggja Lars Larsen, Ragnvaldi Larsen, at kanna møguleikarnar fyri loftvegis sambandi við meginlandið.

Á sumri í 1963 tóku Hugo Fjørðoy og Lars Larsen so stig til at stovna Flogfelag Føroya eftir at hava fingið avtalu við Iceland Air um at røkja flúgvingina. Ragnvald var uppií ta fyrstu tíðina, men hann búði í Íslandi og tók seg tíðliga burtur úr aftur flogvirkseminum í Føroyum.

Uttan hetta risabragdið at fáa lagt lunnar undir regluliga flúgving, var føroyska flogferðslan ikki farin í gongd tá og hevði havt long útlit fyri nakrantíð at fara í gongd. Tað er so spurningurin, um og nær tað hevði hent.

Í hvussu er hevði hon ikki verið ment upp á tað høga stigið, hon nú er á, og Vága Floghavn er blivin høvuðsdyr okkara út í heim.

Spurningurin er tí sanniliga eisini, hvussu okkara kæra oyggj hevði sæð út í dag, hvussu hevði fólkatalið í oynni sæð út, og hvat høvdu vit havt av vinnuligum virksemi her, um hesir framskygdu menn ikki sóu møguleikarnar fyri flogferðsluni og fóru til verka júst tá.

Tí Vágoyggin var at kalla ein utoyggj við sera vánaligum fyri ikki at siga primitivum ferðasambandi um Vestmannasund tá fyrst í trýssunum og í vanda fyri at blíva búskarliga afturúrsigld.  

Mótstøðan var eisini stór aðrastaðni ímóti at leggja flogvølllin í Sørvági.

Men undangongumenninir vóru áhaldandi og prógvaðu skjótt, at tað bar til at hava regluliga flogferðslu í Føroyum, og síðan hava Vága Floghavn og øll tann føroyska flogferðslan ment seg javnt og samt.

Flogvøllurin og alt virksemið har menti seg til at verða størsta arbeiðsplássið í oynni og tann drívmegin, sum fekk alt annað at blóma her.

Flogvinnan er vorðin ein sera avgerðandi vinna í Føroyum, sum skapar nógv arbeiðspláss, og sum við tí vaksandi ferðavinnuni og nú eisini farmaflutningi fer at skapa enn fleiri arbeiðspláss.

Vit skulu heldur ikki at gloyma øll tey starvsfólk, sum ígjøgnum tíðina hava fingið sína útbúgving í flogvinnuni.

Í 2002 lat Vágatunnilin upp, og eg eri vísur í, at var tað ikki fyri hesar megnar menn, sum gingu  á odda at fáa flúgvingina í lag, so var fasta sambandið um Vestmannasund helst ongantíð blivið veruleiki. 

Eg haldið, at nevndu eldsálirnar eiga at fáa eina almenna viðurkenning fyri tað áræði, dirvi treiskni teir undir vánaligum fortreytum sýndu, tá teir settu gongd á føroysku flogferðsluna.

Hóskand kundi Vága Floghavn givið teimum eina ella aðra viðurkenning av tí avgerðandi leikluti, teir eiga í, at Føroyum og føroyingum bleiv tryggjað loftvegis samband við útheimin.

Ærað verið minnið um teir.

Frank Davidsen





Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder