Ítróttur

Eitt stig í kuldanum

Hanus Sørensen legði Føroyar á odda í fyrra hálvleiki, og ein kærkomin sigur var í eygsjón. Men í seinna hálvleiki javnaði Lettland, og so fingu liðini eitt mál og eitt stig í part í kuldanum á Tórsvølli

Stór smíl á Jann Benjaminsen og Hanusi Sørensen, eftir at Hanus hevði lagt Føroyar á odda - Mynd: Bjarni Enghamar

Stór smíl á Jann Benjaminsen og Hanusi Sørensen, eftir at Hanus hevði lagt Føroyar á odda - Mynd: Bjarni Enghamar

2024-10-14 07:35 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: Tá avtornaði fingu liðini hvør sítt mál og hvør sítt stig, tá A-landsliðið við monnum sunnukvøldið tók ímóti Lettlandi á Tórsvølli.

Tað var rættuliga kalt í veðrinum, men fótbóltslíkindini vóru av teimum allar bestu, og lagið var eisini avbera gott á teimum omanfyri 2.000 áskoðarunum, tá maltesiski dómarin floytað til hálvleik.

Fimm minuttir fyri steðgin, og fult í tráð við leikgongdina, hevði Hanus Sørensen nevniliga lagt Føroyar á odda 1-0.

Í seinna hálvleiki vóru tað lettar, ið trýstu fyri at fáa útjavnandi málið, og hetta gav eisini úrslit tá tjúgu minuttir vóru eftir at spæla.

Seinastu løtuna løgdu bæði liðini nógv fyri, men fleiri mál komu ikki, og fyri fimtu ferð í átta dystum endaði við javnleiki millum Føroyar og Lettland.

Um ein góðan mánað skal manslandsliðið á vøllin aftur. Fyrri dysturin verður hósdagin 14. november, á útivølli móti Armenia, og tríggjar dagar seinni spæla Føroyar í Skopje í Norðurmakedónia.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder