HSF: Føroyska liðið byrjaði dystin fínt, men høvdu eisini nøkur brend skot fyrstu løtuna. Verjan stóð eisini hampuliga væl saman við Paula Jacobsen í málinum. Í fleiri støðum vóru okkara tó óhepnir og vóru tað norðurmakedonar, sum fingu yvirhondina. Trýstið frá áskoðarunum var stórt og buhaðu teir mælskir hvørja ferð føroyska liðið hevði bóltin. Verjan skinklaði nakað um miðjan hálvleik, og vitna tey 19 málini hjá Norðurmakedonia, í fyrra hálvleiki, eisini um ivasamt verjuspæl. Føroyska liðið hevði rímiliga lætt við at koma til góðar málmøguleikar og var tað sostatt verjuspælið, sum haltaði í fyrra hálvleiki.
Føroyar hildu áfram at verja 5-1 fyrstu løtuna í seinna hálvleiki, men høvdu okkara enn ringt við at fáa fatur. Eftir 40 minuttir stóð á javn samanlagt, Norðurmakedonar vóru frammanfyri við 7. Nicholas Satchwell byrjaði seinna hálvleik í føroyska málinum og hevði hann nakrar bjargingar at byrja við, men dalaði hann nakað og kom Pauli Jacobsen aftur innaftur seinastu 10 minuttirnar. Føroyska liðið fóru aftur at venja 6-0 og stóð verjan betri seinastu 15 minuttirnar. Norðurmakedonar fingu nógv fríkøst og høvdu í fleiri løtum eisini hepni við sær í avgerandi støðum. Okkara høvdu møguleikar seinastu 10 minuttirnar, men vóru ikki heilt nóg neyvir og avgjørdir.
Føroyar vóru við hesum eitt mál frá at koma til HM-endaspælið – eitt ógvuliga svárt tap. Næsta uppgávan hjá føroyska liðnum verður tveir venjingardystir móti Japan fyrst í juli mánaði í Tokyo. Eftir hetta verður tað EM-undankappingin til EM2026, har fyrstu tveir dystirnir verða, fyrst heima móti heima Kosovo og síðani úti móti Ukraina í november.
Dystargongdin Norðurmakedonia – Føroyar:
5 min: 3-2
10 min: 7-6
15 min: 10-8
20 min: 13-10
25 min: 16-11
30 min: 19-15
35 min: 22-17
40 min: 25-18
45 min: 27-19
50 min: 30-21
55 min: 31-23
30 min: 34-26
Málskjúttar hjá Føroyum:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 8 (5)
Leivur Mortensen 4
Hákun West av Teigum 3
Teis Horn Rasmussen 3
Óli Mittún 2
Vilhelm Poulsen 2
Kjartan Johansen 1
Pætur Mikkjalsson 1
Pauli Mittún 1
Tróndur Mikkelsen 1
Málverjar:
Pauli Jacobsen 24% (40 minuttir)
Nicholas Satchwell 23% (20 minuttir)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald