FSF: Tað er alsamt meir og meir, ið bendir á, at tað verða Víkingur, KÍ og NSÍ, sum fara at stríðast um FM heilt til tað síðsta í Betrideildini hjá kvinnum.
Tíggjunda umfar hevur verið á skránni um vikuskiftið. Ein dystur var leygardagin, tá TB/FCS/Royn tók ímóti NSÍ, meðan tríggir dystir vórðu spældir í dag, sunnudagin.
Í jóansøkudystinum vunnu runavíkskvinnur 12-0 á Eiðinum í Vági. Heidi Sevdal skoraði fimm mál, Julia Naomi Mortensen gjørdi fýra, meðan Sara Samson Lamhauge, Lena Olsen og Rúna Olsen skoraðu hvør sítt mál fyri NSÍ.
Undir Mýruhjalla á Skála var Víkingur á vitjan, og har var heldur eingin ivi. Úrslitið gjørdist 10-0 til gestirnar, sum vóru á odda við átta málum í steðginum. Jensa Tórolvsdóttir gjørdi trý mál, Mona Rasmusdóttir, Lea Lisberg og Eydna Dalheim skoraðu tvey mál í part, og Anna Jørginsdóttir gjørdi eitt mál.
Eisini klaksvíkskvinnur gjørdu sína skyldu sum oddalið, tá tær á Svangaskarði á Toftum vunnu 2-0 á HB. Men tað var ikki fyrr enn í evstu løtu, at málini fullu. Seks minuttir fyri leiklok eydnaðist tað Tóru Mohr at leggja KÍ á odda, og í síðsta minutti var Tóra aftur upp á spæl og sló sigurin fastan.
Í løtuni verður graslíkið á Djúpumýru í Klaksvík skift, og tí bleiv dysturin spældur á Svangaskarði.
Fjórði dysturin í 10. umfari var á Hoyvíksvøllinum, har FC Hoyvík tók ímóti B36. Og við hvør sínum máli syrgdu Hildur Clementsen, Súsanna Godtfred, Ester Ellingsgaard, Jasmin Mittún Darvishi og Brá Zakariasardóttir fyri, at árstalsfelagið vann 5-0.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald