Ítróttur

Einar og Julian skrivað avtalu við 07 Vestur

Í vikuni hava Einar Thorgrímsson og Julian Mouritsen, sum báðir eru U17-leikarar, skrivað sáttmála við 07 Vestur.

Einar v.m. og Julian saman við høvuðsvenjaranum Michael Schjønberg.

Einar v.m. og Julian saman við høvuðsvenjaranum Michael Schjønberg.

2022-07-24 19:52 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
07Vestur: Einar og Julian, sum báðir fylla 17 heyst, spæla vanliga við U17-liðinum hjá felagnum, men hava eisini verið fastir fúsir í 1. deild, har teir hava spælt 9 dystir. Julian hevur eisini verið á bonkinum hjá besta liðinum til dyst í steypakappingini suðuri á Tvøroyri, tó uttan at koma inn.

Einar Thorgrímsson er úr í Sørvági og Julian er úr Sandavági, og báðir hava fingið sína fótbóltsuppaling í 07 Vestur. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder