Ítróttur

Ein sigur, ein javnleikur og trý tap

Fríggjadagin skal føroyska kvinnulandsliðið enn einaferð royna seg ímóti Montenegro. Higartil hava liðini møtt hvør øðrum fimm ferðir, og fyri føroyska liðið hevur úrtøkan verið ein sigur, ein javnleikur og trý tap

Stór frøi á føroysku kvinnunum, eftir at Sinnuva Willemoes hevur lagt Føroyar á odda ímóti Montenegro - Mynd: Jakoba Svansdóttir

Stór frøi á føroysku kvinnunum, eftir at Sinnuva Willemoes hevur lagt Føroyar á odda ímóti Montenegro - Mynd: Jakoba Svansdóttir

2024-07-11 08:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: Sunnudagurin 24. september í 1995 var ein søguligur dagur fyri føroyskan fótbólt, og serliga fyri føroyskan kvinnufótbólt.

Hendan dagin møttust Føroyar og Írland í EM-undankappingardysti á Svangaskarði, samstundis sum hetta eisini var fyrsti altjóða skrásetti dystur hjá føroyska kvinnulandsliðnum.

Síðani eru 103 landsdystir komnir á loggin hjá føroyska kvinnulandsliðnum, og talan verður sostatt um altjóða skrásetta landsdyst nummar 104, tá Montenegro fríggjadag kemur á vitjan á Tórsvølli.

Okkara kvinnur hava fimm ferðir áður roynt seg ímóti Montenegro, og higartil hevur føroyska úrtøkan verið ein sigur, ein javnleikur, og trý tap, og samlaði málmunrin er 19-6 til Montenegro.

Fyrsti dysturin millum Føroyar og Montenegro var í apríl mánað í 2013, tá londini vóru í innleiðandi bólki saman í undankappingini til HM 2015. Úrslitið bleiv javnleikur 3-3. Heidi Sevdal skoraði tvey mál, og Íðunn Egilstoft gjørdi eitt.

Fýra ár seinni vóru liðini aftur í innleiðandi bólki saman, sum tá kappaðust um at spæla seg í undankappingina til HM 2019. Tað eydnaðist eisini Føroyum at spæla seg víðari til undankappingina, og var tað millum annað við sigri á Montenegro. Á Tórsvølli vunnu Føroyar 2-1. Málskjúttarnir vóru Eyðvør Klakstein og Birita Bergsdóttir Nielsen.

Men síðani sigurin á heimavølli fyri skjótt fimm árum síðani, hava tær montenegrisku kvinnurnar havt munin, og tríggir teir seinastu dystirnir eru endaðir við sigrum til Montenegro.

Seinast londini hittust var í apríl mánað í ár. Longu í níggjunda minutti legði Sunniva Willemos Føroyar á odda við einum fantastiskum langskoti úr 20-25 metra fjarstøðu, men tá avtornaði vann Montenegro 5-1.

Hvussu verður í sætta dystinum millum Føroyar og Montenegro, og í landsdysti nummar 104 hjá føroyska kvinnulandsliðnum, fæst at vita komandi fríggjadag klokkan 16:45, tá londini hittast í EM-undankappingardysti á Tórsvølli.

Atgongumerki fáast til keyps í nethandilinum á FSF.fo, og á atgongumerki.fo. Kostnaðurin er 95 krónur, og er tað galdandi fyri bæði vaksin og børn.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder