Ítróttur

EHF: Vit ynskja bara ein dyst

EHF saknar amboðskassa

2022-02-20 10:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

H71 skrivar: Undan fjórðingsfinaluni í kvøld millum H71 og ukrainska HC Galychanka Lviv kemur EHF nú við eini seinastu áheitan um, at feløgini finna eina semju um, at bara dysturin í høllini á Hálsi í kvøld klokkan 20 skal spælast, og at vinnarin har verður tað liðið, ið kemur víðari til hálvfinalurnar.

Europeiska hondbóltssamgongan, EHF, hevur latið málið upp í hendurnar á íslendinginum, Reynir Stefánsson, sum er EHF-umboð í sambandi við dystin í kvøld, og hann hevur fingið at vita frá EHF, at hann eina seinastu ferð á tekniska fundinum undan dystinum skal krevja feløgini eftir einum endaligum svari, um tey ganga við til ein dyst, ið skal avgera alt, ella ikki.

– Vit hava longu frammanundan gjørt greitt, at soleiðis sum samskiftið hevur gingið, síðani tað var greitt, at vit ikki kundu fara til Ukraina at spæla fyrra dystin, hava vit verið sinnað at funnið loysnir, men eingin roynd er komin á mál, tí tey í Galychanka ikki hava tikið undir við tí, vit eru komin við, ella eru komin við mótuppskotum, vit als ikki kundu góðtaka, sigur Anna Dam, forkvinna í H71.


– At alt skal avgerast í einum dysti, hava vit sagt okkum taka undir við, tí tíðin er gingin undan, so tekur Galychanka undir við, at dysturin í kvøld á Hálsi verður hesin eini dysturin, ið avger alt, so verður tað so. Men er framvegis eingin møguleiki fyri semju, so vita vit ikki, hvørjum tað endar við. Tó vita vit, at dysturin í kvøld undir øllum umstøðum verður spældur.

EHF saknar amboðskassa

Tað stutta av tí langa í málinum er, at EHF viðurkennir, at í reglunum fyri EHF Europa Cup er ikki nakar ítøkiligur møguleiki fyri, at EHF sker ígjøgnum, men at einasta loysnin er, at feløgini finna semju. Samstundis viðurkennir EHF, at H71 hevur strekt seg langt, men at Galychanka ikki higartil hevur sagt verða sinnað bara at spæla henda eina dystin í Føroyum.

– Tann mest pragmatiska loysnin vildi verið at spælt ein dyst og latið dystin í Havn avgjørt, hvør kemur víðari til næsta umfar, hevur ítróttarstjórin í EHF, Markus Glaser (myndin omanfyri), skrivað til allar partar í málinum, har hann eisini vísir á, at tað eru umstøður uttan fyri regluverkið, ið gera tað neyðugt, at feløgini spæla við, so ein loysn kann finnast.

– Síðstu tvey árini undir Covid-19 er skaptur ein stórur samhugi millum feløg, so roynt verður at finna góðar og pragmatiskar loysnir á trupulleikum. Tí heita vit enn einaferð á bæði feløg um at umhugsa støðuna og vera til reiðar á tekniska fundinum, har vit vænta okkum skrivlig sjónarmið, so ongar misskiljingar skulu koma í aftaná.


Markus Glaser endar við serliga at leggja Galychanka eina við at vísa samhaldsfesti í eini støðu, sum ikki var løtt at handfara, og at felagið setir seg sjálvt til síðis og ger alt fyri at finna eina loysn. – Tað vildu vit í EHF verið sera fegin um, endar áheitanin frá ítróttarstjóranum til ukrainska felagið.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder